Fríggjadagur, 27 August 2010 06:05
MC-Boogie
MC-Boogie verður 4. september Sum sigur er, so skipar Føroya MC fyri fyrra MC-Boogie, og Føroyar Ellisakfør fyri seinna. Skráin fyri dagin: Hittast í felagshølinum hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond kl.12.00 Koyrt verður stundisliga kl.13.00 Kl.13.45 verður støðgur hjá OK-Heilsølu í Hvalvík, har uppsamling verður av Mc´arum Síðan verður koyrt til Saksunar, aftaná koyra vit norður til Fuglafjarðar eftir Eiðisskarði um viðrar. Eftir ein rímiligan steðg verður farið eftir gamla vegnum til Leirvíkar, har vit enda túrin uttanfyri Effo-støðina. |
|
Fríggjadagur, 20 August 2010 21:52
Norðoya MC bjóðar til Sjómannadagin
Norðoya MC skipa, eins og undanfarin ár, fyri kassastápling á Sjómannadegnum leygardagin 21. august.
Til hetta høvi bjóða teir øllum motorsúkklistum ein túr norð. Teir bjóða kaffi og køkur. Loyvið er fingið frá FK/Norðhús at vit kunnu seta súkklurnar undir tak í nýggja handlinum hjá FK, sum ikki er innilokaður enn, men taktur.
Kassastáplingin og flestu av hinum kappingunum eru frá kl. 13.30 og til kl. 18 leygardagin. Eru ivamál kann ringjast til Nikolas Olsen á tlf. 737374 |
Týsdagur, 25 Maj 2010 19:25
Melda til Orienteringskoyringina nú!
Nú nærkast Orienteringskoyringin, sum verður leygardagin 5. juni. Av tí at Føroya-MC fyllir 10 ár í ár, ætla vit at gera okkurt serligt burturúr við at hava onkrar spennandi kappingar, og vit vóna sjálvsagt at nógvir limir tekna seg. Vit hava avgjørt at í mesta lagi 25 pør kunnu luttaka, so tað ræður um at melda seg beinanvegin, um man vil tryggja sær pláss. Orienteringskoyringin er bert ætlað limum hjá Føroya-MC, men um so er at ov fá melda seg áðrenn tilmeldingarfreistina, ætla vit at bjóða hinum feløgunum møguleika at luttaka.
Tilmelding kann gerast við at senda ein teldupost til
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
, og minnist til at skriva fulla navn, limanr. og tlf.nr. umframt um man ynskir nakran ávísan at koyra saman við. Eisini ber til at ringja á tlf. 599599. Kostnaður fyri limir at luttaka er 50 kr.
Um kvøldið verður veitsla við døgurða á Bassalt, og eisini ber til at melda seg til veitsluna nú.
Tilmeldingarfreistin er broytt til mikudagin 2. juni |
|
Mikudagur, 02 Juni 2010 21:16
Orienteringskoyringin avlýst!
Vegna ov lítla undirtøku er orienteringskoyringin útsett! Vit vóna tó at betri undirtøka verður seinni í ár, tí ætlanin er at hava orienteringskoyringina í august/september ístaðin fyri. Nærri verður lýst tá ið dato verður ásett. |
Leygardagur, 22 Maj 2010 22:41
Powermeet

Dagurin byrjaði við einum morguntúri, har ið 13 motorsúkklur møttu á Magn-støðini, og koyrdu norður til Klaksvíkar at eta morgunmat hjá Jórun. Hóast veðrið sá gott út í Havn, komu tey í nøkur grov æl á vegnum norður, men komin til Klaksvíkar var turt aftur. Fylgið kom suður til Havnar aftur um 12.30, og tá vóru longu nakrar súkklur komnar, og byrjaðar í testbonkinum. Pannukøku-konurnar vóru komnar at selja kaffi, pannikøkur og vaflur, so tað var ikki so galið at fáa afturvið larminum. Eisini hevði felagið leigað tarvin til fólk at royna seg, men fólk vóru heldur smæðin og ikki so fús at royna seg, men ikki heilt eiðasørt var. Tó var góður hýrur millum fólkini, hóast tað ikki møttu so nógv, sum vit høvdu vóna. |
|
|
|
|
Page 1 of 5 |